Aliráðstevna við bjørtum útlitum

Aliráðstevna við bjørtum útlitum
Aliráðstevnan er fyri 19. ferð á Hotel Føroyum og hon er enn einaferð útseld. Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, setti ráðstevnuna, fyrrapartin
Ragnar Nystøyl frá greiningarfelagnum, Kontali, leggur fram
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
06.03.2026 - 14:47

 

Tað byrjaði við, at Havsbrún skipaði fyri alidøgum, men síðan 2007 hevur Havbúnaðarfelagið skipað fyri aliráðstevnuni, og hon hevur verið hildin øll árini uttan í 2019.

Av tí at val er útskrivað var tað stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, sum setti ráðstevnuna, og hann greiddi frá, at árið í fjør var tað besta hjá vinnuni nakrantíð. Í øllum førum, tá tað snýr seg um vekt.

 

Aliskipan 2.0

Og hóast prísurin á heimsmarknaðinum lækkaði nógv, var eisini útflutningsvirði tað størsta nakrantíð.

Nú valið stendur fyri durum, heitti Niels Winther á politisku skipanina um at syrgja fyri, at føroysk alivinna sleppur at halda fast í góðu gongdini.

Tí mælti hann nýggja løgtinginum til at arbeiða skipað og strategiskt við marknaðaratgongdini, at skapa bestu fortreytir fyri tøkniliga menning í alivinnuni, til dømis at brúka vitlíki í lúsateljing, at gera einastøðuga og kappingarføra skattaskipan fyri alivinnuna, at endurskoða almenn monopol, sum til dømis apoteksverkið og at tryggja eina hóskandi regulering av alivinnuni.

- Hetta eiga vit at gera fyri at gera eina aliskipan 2.0, segði stjórin í Vinnuhúsinum millum annað.

 

Útlitini eru bjørt

Fleiri framløgur hava verið um støðuna í alivinnuni, og tað slepst ikki uttanum, at útlitini eru bjørt í verandi løtu.

Prísin fær mann einki gjørt við, men við tí gongd, sum er nú, sær út til, at framleiðslan í ár slær metið frá í fjør.

Tað segði Rúni Dam frá Avrik.fo, sum í framløgu síni metti, st tað ikki er óhugsandi, at tøkan av rundum fiski í ár fer upp um 125.000 tons. Og hækkar prísurin, sum fleiri meta, at útlit eru til at hann ger, so verður eisini hetta eitt spennandi ár hjá alivinnuni.

- Tølini peika rættan veg, eingin ivi um tað. Framleiða meir og vit missa nógv minni enn vit hava gjørt, og við størri smolti kann hugsast at vit koma nógv longur niður í tíð, sum vit hava fisk í sjónum, segði Rúni Dam við KvF.

 

Framløgur og so veitsla

Alisráðstevnan heldur fram seinnapartin, og seinasta framløgan er almannakunngerðing av bestu úrslitunum.

Tá tað er liðugt frá fólk eina løtu fyri seg sjálvan, áðrenn tað verður veitsla á Hotel Føroyum.

img_6002.jpeg

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424