Gentur við ADHD og autismu fáa fleiri sálarsjúkur enn dreingir

Gentur við ADHD og autismu fáa fleiri sálarsjúkur enn dreingir
Gentur bíða longur eftir útgreining, og eru tí í størri vanda at fáa strongdartengdar sálarsjúkur, vísir gransking
Bíðitíðin til barnapsykiatri tann longsta í føroyska heilsuverkinum.
 
09.03.2026 - 08:12

Gentur við ADHD og autismu fáa seinni hjálp og fleiri sálarsjúkur enn dreingir.

Hetta vísir gransking hjá Tórunn Ósá, námslektara og Ph.D-lesandi.

Hon vísir, at gentur við ADHD og autismu bíða longur eftir útgreining, og eru tí í størri vanda fyri at fáa strongdartengdar sálarsjúkum.

Tórunn Ósá hevur granskað sjúkradagbøkur hjá Landssjúkrahúsinum og Almannaverkinum hjá børnum, sum fingu staðfest ADHD, autismu ella bæði í barnapsykiatriini árini 2004 til 2022.

Úrslitið er greitt, at sein útgreining økir vandan fyri strongdartengdum sálarsjúkum. 

 

13 mánaðir seinni dreingir

Av 94 gentum við ADHD høvdu 26,6 prosent strongdartengda sálarsjúku. Av 190 dreingjum við ADHD høvdu 10 prosent strongdartengda sálarsjúku

Granskingin vísir, at gentur fáa staðfest ADHD 13 mánaðir seinni enn dreingir. 

Samstundis er bíðitíðin til barnapsykiatri tann longsta í føroyska heilsuverkinum.

Barnið, sum bíðaði longst, bíðaði í trý ár.

Eitt týdningarmesta úrslitið í granskingini hjá Tórunn Ósá er, at tess yngri børnini eru, tá tey fáa útgreining, onga ella færri sálarsjúkur hava tey.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968