Sonur Khamanei verður nýggjur leiðari í Iran

Sonur Khamanei verður nýggjur leiðari í Iran
Mojtaba Khamenei hevur í nógv ár verið ein avgerandi persónur aftan fyri leiktjøldini í landinum
Mojtaba Khamenei er nýggjur leiðari í Iran.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.03.2026 - 08:01

Prestastýrið í Iran hevur valt nýggjan ovasta leiðara fyri Ali Khamenei, ayatollah, sum var dripin, tá ið Ísrael og USA lupu á Iran fyri tíggju døgum síðani.

Tað er tann 56 ára gamli sonur Khamenei, Mojtaba Khamenei, sum fer at taka við eftir faðir sín.

Mojtaba Khamanei hevur higartil ikki gjørt vart við seg alment, men hann hevur í nógv ár verið ein avgerandi persónur aftan fyri leiktjøldini í Iran. Sterkur og dugnaligur, skriva miðlar sum New York Times og BBC.

Stutt eftir at Mojhtaba Khamanei var tilnevndur í gjárkvøldið, boðaði kollveltingarliga tjóðarhirðin frá, at hon fer at fylgja Mojtaba Khamanei. Væntað verður, at kollveltingarhirðin fer at fáa víðkaðar heimildir undir nýggju leiðsluni.

Amerikanska forsetin Donald Trump hevur sagt, at hann ikki kann góðtaka sonin hjá Ali Khamenei sum ovasta leiðara fyri Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025