Føroya Symfoniorkestur spælir várkonsert í Norðurlandahúsinum og í Varpinum

Føroya Symfoniorkestur spælir várkonsert í Norðurlandahúsinum og í Varpinum
Eftir eina framúrskarandi nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at seta sjóneykuna á ungar føroyskar tónleikarar
Konsertirnar eru í Norðurlandahúsinum og í Varpinum ávikavist 14. og 15. mars.
 
11.03.2026 - 10:40

Á várkonsertini framførir Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov. 

Konsertirnar eru í Norðurlandahúsinum og í Varpinum ávikavist 14. og 15. mars.

Harumframt framførir symfoniorkestrið verkið ”Let me cry” eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. Eli hevur seinastu árini vunnið sær sæti á altjóða tónleikapallinum.


Undanprát

Stutt undanprát verður kl. 18.50.

Her fara dirigentur og tónaskald at tosa um verkini. Og hvør veit, kanska verður eisini onkur skemtisøga á skrá.


Altjóða gjøgnumbrot

Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, pianistur og elektroniskur tónleikari. Hann hevur masterútbúgving í tónasmíði frá New York University og hevur samstarvað við m.a. BBC Scottish Symphony Orchestra og Helsingborgs Symfoniorkester.

Orkesturverkið "Let me cry" var frumframført á Nordic Music Days í Skotlandi í 2024 og var eitt týdningarmikið gjøgnumbrot. Síðani hava fleiri evropeisk orkestur sett verkið á skránna.


Aksel Remmel 

Aksel Remmel tók í 2025 masterútbúgving á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn hjá professor Jens Elvekjær. Hann vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar og hevur áður framført við Føroya Symfoniorkestri.

Á várkonsertini spælir Aksel fyri fyrstu ferð eina heila klaverkonsert við orkestri. Klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov er eitt av kendastu og mest virtuosu klaververkum.


Tjajkovskijs 4. symfoni

Á skránni er eisini 4. symfoni eftir Tjajkovskij. Verkið er skrivað í árunum 1877–1878. Verkið snýr seg um lagnu – fatum – og speglar persónliga kreppu hjá tónaskaldinum í einum sterkum dramatiskum tónalagi. Í dag verður symfoniin roknað sum hin týdningarmiklasta eftir Tjajkovskij og verður framførd kring allan heim.


Dirigentur við altjóða royndum

Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar orkestrinum. Catherine er fødd í Manchester og býr í Berlin. Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin valdi hon í 2012 at fylgja dirigentdreyminum. Hon hevur m.a. stjórnað orkestrum sum London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales og Berliner Radiosymfoniorkestri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066