Røðan setti hol á

Røðan setti hol á
Tá Linda Kølleskov setti seg niður at skriva eina røðu, sum skuldi haldast í Europatinginum í Brússel, var tað fyrstu ferð hon setti orð á nøkur sera persónlig viðurskifti
 
17.03.2026 - 11:02

- Eg hugsaði við mær sjálvari, at kanska var tað tíð uppá, at eg setti hol á hesa byldina, sigur Linda Kølleskov, sum í januar var boðin niður til Brússel at siga eitt sindur um, hvussu tað er at liva við typu 2 diabetes.

Áðrenn hetta vóru tað bara nøkur heilt fá fólk, sum vistu, at Linda hevði hesa sjúku, tí hon hevur eitt ávíst stigma við sær.

Linda hevur meira enn eina kroniska sjúku, so hon hevur fleiri ferðir upplivað at taka ímóti einari nýggjari diagnosu, men tann truplasta at góðtaka var typu 2 diabetes.

- Fólk seta hesa sjúkuna í samband vi,ð at tú livir ósunt, og at tú ikki livir rætt, tí tú etur ikki rætt og rørir teg ov lítið. At tú hevur typu 2 diabetes, tí tú gert so og so. Men tað havi eg ikki. Tað er ikki orsøkin til mína sjúku, sigur Linda og leggur afturat, at hon tók tað sum eitt persónligt niðurlag, at heilivágurin hon royndi, ikki riggaði.

Tað var ikki, fyrr enn hon var boðin til Brússel at halda eina røðu í Europatinginum um tað at liva við typu 2 diabetes, at hon setti orð á, hvussu hon sjálv hevði tað við sínari diagnosu, og tá hon visti, at hon ikki kendi nakran, sum skuldi hoyra røðuna, ja so setti hon seg at skriva.

Røðan gjørdist somikið góð, at hon gjørdist snúningsdepilin á fundinum, og er nú aftaná eisini partvís útgivin í tíðindabrævi.

 

1800719

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493