Kim Kielsen eisini farin úr Siumut

Kim Kielsen eisini farin úr Siumut
Frammanundan hevur Vivian Motzfeldt, fyrrverandi landsstýriskvinna í uttanríkismálum, boðað frá, at hon er farin úr flokkinum
Kim Kielsen er eisini farin úr Siumut. Henda myndin var tikin, tá hann var á vitjan í Føroyum sum landsstýrisformaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2026 - 09:26

Kim Kielsen, formaður í grønlendska landstinginum, er eisini farin úr Siumut sum avleiðing av ósemjuni í flokkinum.

Í gjár boðaði Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, frá, at hon fór úr Siumut. Hon er misnøgd við avgerðina hjá floksleiðsluni um at taka Siumut úr landsstýrissamgonguni.

Kim Kielsen hevur verið í Siumut í meira enn 40 ár, og hann hevur bæði verið floksformaður og landsstýrisformaður..

Jens B. Frederiksen, fyrrverandi formaður í Demokraatit, sigur, at hóast bæði Vivian Motzfeldt og Kim Kielsen eru farin úr Siumut, hevur landsstýrissamgongan framvegis meiriluta, men hetta kemur dátt við hjá Siumut, sum hevði stóra afturgongd á valinum í fjør:

 

18032026_Jens_B__Frederiksen

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945