Fara nú at umvæla løgtingsbygningin

Fara nú at umvæla løgtingsbygningin
Arbeiðið byrjar fyrsta dagin, og tað verður mett at kosta 38 milliónir kr.
Neyðugt var at taka allar glaspláturnar á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum niður. Nú verður bygningurin umvældur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2026 - 12:20

Løgtingsbygningurin skal høvuðsumvælast, og arbeiðið byrjar fyrsta dagin. 

Arbeiðið var boðið út seint í heyst, og Landsverk, sum er byggiharri, gjørdi í gjár sáttmála við byggifelagið Kanjon um at umvæla løgtingsbygningin.

Arbeitt verður inn á betong, og konstruktiónin verður gjørd av nýggjum, so glaspláturnar, sum verða settar upp, halda í mong ár.

 


Bjørt Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Arbeiðið verður mett at kosta 38 milliónir kr., og tað skal verða liðugt í hesum árinum, ella tíðliga næsta ár. 

Meðan arbeitt verður upp á løgtingsbygningin, flytur umsitingin í bygningin hjá Havnar arbeiðarafelag, sum løgtingið leigar. 

Hoyr samrøðu við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu:

 

19032026_Kari_Petersen

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672