- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valstýrisformaður ovfarin: Valluttøkan størri enn undanfarin fólkatingsval

Hóast veðrið ikki hevur verið nakað serligt í morgun og fyrrapartin, so hevur tað ikki hildið fólki frá at velja.
Í Klaksvík høvdu 437 fólk greitt atkvøðu á middegi, meðan 369 fólk høvdu greitt atkvøðu um somu tíð á fólkatingsvalinum seinast.
Í Runavík høvdu 372 fólk verið á vali á middegi í mun til 254 fólk, sum um somu tíð til seinasta fólkatingsval.
Eisini á størsta valstaðnum í landinum, Høllini á Hálsi í Havn, hava nógv fólk verið á vali.
"Tað eru umleið 500 um tíman, og tað er størri enn næstan øll undanfarin ár. Vit eru á 14,3 prosentum, og tað er tað mesta síðani fólkatingsvalið í 2011," sigur Jóan Petur Hentze, valstýrisformaður í Havn.
"Hetta er óvanligt."




















