Sjúrður fekk fleiri atkvøður í Klaksvík enn Fólkaflokkurin tilsamans

Sjúrður fekk fleiri atkvøður í Klaksvík enn Fólkaflokkurin tilsamans
1066 klaksvíkingar hava atkvøtt fyri Sjúrði Skaale, einum havnarmanni, og tað eru fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin fekk tilsamans í Klaksvík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 21:42

Klaksvíking, sum í nógv ár hevur verið grøn, er í kvøld blóðreyð. 

Tað er eingin ivi um, hvønn klaksvíkingar vilja hava at umboð seg á fólkatingi. 

Sjúrður Skaale hevur fingið 1066 persónligar atkvøður í Klaksvík, og tað er fleiri atkvøður, enn Fólkaflokkurin fekk tilsamans í Klaksvík. 

 

Spurningurin er so, um hetta á nakran hátt fer at síggjast aftur á løgtingsvalinum?

Neyvan, sigur Jóhann Lützen, viðmerkjari. 

"Sjúrður Skaale stillar ikki upp til løgtingsvalið, men tað verður spennandi at vita, um nakrar av atkvøðunum, ið Sjúrður Skaale hevur hálað yvir til Javnaðarflokkin blíva hangandi til hóskvøldið."

Jóhann Lützen vísti á, at tað hevur hóvað klaksvíkingum, at Sjúrður Skaale hevur lovað, at eingin moske skal byggjast í Føroyum. 

Og so tann sannroynd, at Sjúrður Skaale hevur skaffað fígging úr Danmark til verkætlanir runt alt landið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040