Sjúrður strýkur undan hinum í nógva vindinum

Sjúrður strýkur undan hinum í nógva vindinum
Nógvur vindur er uttanfyri, men eisini í valúrslitinum er vindurin undan fyri eitt valevni, Sjúrður Skaale úr Javanaðarflokkinum, ið sær út til at fáa eitt søguliga gott val
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 20:40

Sjúrður Skaale var súrur, tá hann luttók í Tinggáttini um fólkatingsvalið í sjónvarpinum í gjárkvøldið. 

Sjúrður Skaale meinti, at ein veljarakanning, ið gav honum og Javnaðarflokkinum 40 prosent av atkvøðunum, var skeiv og skaðilig. 

Sjúrður Skaale skelaði alt og øll, ið høvdu endurgivið veljarakanningina, sum Spyr.fo hevði gjørt fyri FM1 og Portalin - eisini Kringvarp Føroya. 

Men nú valúrslitini koma rapandi inn gjøgnum hurðina í Kringvarpinum, so er myndin klár.

Sjúrður Skaale strýur undan alt og øllum. 

Sjúrður hevur so nógvan undan vind, at beint nú hóttir hann við at hála tvey Javnaðarumboð á fólkating, og tað er ikki hent áður.

Framgongdin hjá Sjúrði Skaale er 13 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334