Navigare Shipping eigur nú 13 skip og leigar seks

Navigare Shipping eigur nú 13 skip og leigar seks
Felagið byggir haraftrat fýra nýggj skip í Hollandi, sum koma í flotan í ár og næsta ár
Skip hjá Navigare Shipping við bryggju á Sundi. Felagið eigur í løtuni 13 skip.
Mynd: Navigare Shipping  
 
01.04.2026 - 10:18

Flutningsfelagið Navigare Shipping, sum hevur heimstað í Søldarfirði, veksur støðugt.

Felagið hevur júst keypt tvey farmaskip, sum tað frammanundan leigaði, og fýra nýggj skip verða bygd í Hollandi.

Heimasíðan fiskur.fo hjá Portalinum veit at siga, at reiðaríið júst hevur keypt tvey farmaskip aftrat, so tað nú eigur nú 13 skip. 

Men aftrat teimum, leigar Navigare Shipping seks onnur skip, so felagið í løtuni hevur tilsamans 19 farmaskip í fastari sigling. 

 

Fáa fyrsta skipið í summar

Umframt henda trivaliga flotan, letur Navigare Shipping fýra spildurnýggj farmaskip byggja. Tað fyrsta verður yvirtikið í juni í ár. Annað skipið í oktober, og tey bæði síðstu koma næsta ár, í apríl og august.

Tey bæði skipini, sum felagið júst hevur keypt, eru Hav Vestlandia og Hav Nordlandia, sum smápartafelagið Arco hjá Rodmundi Nielsen og Andy Knudsen átti. 

Navigare Shipping hevur leigað skipini í nøkur ár undan keypinum, og nú tað bleiv veruleiki, hava tey eisini fingið nýggj nøvn. Hav Nordlandia var yvirtikin fríggjadagin og eitur nú Hav Frakt, og Hav Vestlandia, sum Navigare Shipping yvirtók í gjár, eitur nú Hav Felli.

 


Hav Frakt. (Mynd: Navigare Shipping)

 

Selja eldri skip

Álvur Højgaard, stjóri í Navigare Shipping, sigur við Kringvarpið, at væntandi verða tvey skip í tí eldra endanum seld, nú fýra nýggj verða bygd. 

Tað merkir, at felagið tá fer at hava 21 skip í fastari sigling. Nógv tann størsti parturin av farmasiglingini hjá Navigare Shipping er grundaður á langtíðaravtalur.

Felagið hevur verið í støðugum vøkstri í fleiri ár, og seinastu fimm árini hevur fyritøkan samanlagt havt 125,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. 

 


Hav Felli. (Mynd: Navigare Shipping)

 

Ikki nøgd við úrslitið í fjør

Í fjør var úrslitið slakar 26 milliónir krónur eftir skatt, men í sínari leiðslufrágreiðing í 2025-roknskapinum sigur leiðslan seg tó ikki vera nøgda við tað úrslitið, tí tað var nakrar milliónir krónur verri enn væntað. 

Hetta sæst eisini við at lesa roknskapin fyri 2024, tá yvirskotið eftir skatt var stívliga 27 milliónir krónur. Leiðslan væntaði tá, at úrslitið í 2025 fór at vera á sama stigi ella betri, men tá av tornaði bleiv tað eina millión krónur, ella væl tað, verri.

 

Sigla við fóðri

Navigare Shipping hevur nógv virksemi í sambandi við føroysku laksaalingina, millum annað við at sigla við fóðuri, og Álvur Hansen, stjóri, sigur við Kringvarpið, at heystið ikki royndist so væl í alingini fyri teirra viðkomandi, og at tað var orsøkin til, at úrslitið bleiv eitt sindur lakari enn væntað.

Útlitini fyri framtíðina eru tó so mikið góð, at leiðslan væntar eitt betri úrslit í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483