Sleppa ikki í Landsrættin við úrskurði um steðgandi virknað

Sleppa ikki í Landsrættin við úrskurði um steðgandi virknað
Sakarmálið millum teir fimm býráðslimirnar í Runavíkar kommunu og Fíggjarmálaráðið heldur fram
Føroya rættur, sum avgjørdi, at stevningin skuldi hava steðgandi virknað.
 
01.04.2026 - 10:48

Fíggjarmálaráðið sleppur ikki í Landsrættin við úrskurðinum í Føroya rætti um steðgandi virknað í sambandi við umval í Runavíkar kommunu.

Procesbevillingsnævnet hevur noktað umsóknini frá Fíggjarmálaráðnum, boðar Fíggjarmálaráðið frá í dag. 

9. januar gjørdi Føroya rættur úrskurð um, at stevningin hjá fimm kommunustýrislimum í Runavíkar kommunu skuldi hava steðgandi virknað. Tí var avgerðin hjá táverandi Løgmálaráðnum, nú Fíggjarmálaráðnum, um umval í Runavíkar kommunu útsett.

 


Býráðslimir í Runavíkar kommunu stevndu landsmyndugleikunum fyri avgerðina um at útskriva umval.
 

Fíggjarmálaráðið kærdi úrskurðin til Eystara landsrætt, men tað krevur loyvi frá Procesbevillingsnævnet.

Nú hevur Procesbevillingsnævnet gjørt av at nokta umsóknini frá Fíggjarmálaráðnum. Í slíkum úrskurðum verður ikki grundgivið fyri avgerðini.

Sjálvt rættarmálið millum teir fimm kommunustýrslimirnar og Fíggjarmálaráðið um avgerðina at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu í 2024 og at hava umval heldur fram í Føroya rætti. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938