Allir hálvfinalistarnir funnir í kappingini um FM

Allir hálvfinalistarnir funnir í kappingini um FM
Við sigrinum hjá StÍF á KÍF í Burn-fjórðingsfinaluni í kvøld eru allir hálvfinalistarnir í bestu hondbóltsdeildunum funnir
H71 vann steypakappingina í februar og hoyvíkingar eru FM-favorittar, men Kyndil, StÍF og VÍF hava ivaleyst aðrar ætlanir
Mynd: Bárður Lydersen  
 
02.04.2026 - 21:12

StÍF vann í kvøld 36-28 á KÍF í fjórðingsfinaluni í Burn-deildini, og við sigrinum hjá strandingum eru allir hálvfinalistarnir í bestu hondbóltsdeildunum funnir.

Fyrr í dag vann VÍF 28-25 á Neistanum, og tískil skulu vestmenningar spæla ímóti H71 um pláss í FM-finaluni, meðan StÍF og Kyndil bresta saman.

Fyrsta hálvfinalan millum H71 og VÍF verður 2. páskadag, meðan Kyndil og StÍF helst spæla sín fyrsta dyst týsdagin. Spælt verður best av trimum um pláss í finaluni.

 

VÍF og Neistin sigraðu hjá kvinnum

í SMS-deildini vant VÍF burtur úr EB í fyrstu fjórðingsfinaluni. Vestmenningar vunnu heili 36-15 og tryggjaðu sær hálvfinaluuppgerð ímóti H71.

Neistin var omaná allan dystin ímóti Stjørnuni og vann trygt 23-20, hóast munurin til endans bert var trý mál. Tískil verður grannauppgerð í hinari hálvfinaluni í kvinnudeildini millum Neistan og Kyndil, sum longu hevur vunnið steypakappingina.

Fyrstu hálfinalurnar verða spældar hósdagin 16. apríl. Spælt verður best av trimum ein og hjá monnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890