Lena Anderssen: "Mín psyka er ikki mín sál"

Lena Anderssen: "Mín psyka er ikki mín sál"
"Tað kann vera, at mær tørvar resept, læknatjekk og diagnosu, tí eg stríðist psykist, men míni sál bilar einki," staðfestir Lena, sum ger upp við orðið "sálarsjúka" í sangi
Mynd: PR-Mynd  
 
03.04.2026 - 14:49

"Mín sál er í góðum hondum" er heitið á nýggjum sangi, sum Lena Anderssen hevur skrivað saman við manninum Niclasi Johannesen. 

Hetta er triðja staklagið av komandi heildarútgávuni "Við hetta borðið", sum eisini er fyrsta føroyskt mælta útgávan hjá songkvinnuni. Hini stakløgini eru "Dugir tú at tosa føroyskt?" og "Við hetta borðið". Sjálv heildarútgávan kemur út seinni í ár. 

 

Orð hava týdning

Lena leggur ikki fingrarnar ímillum í nýggja sanginum, sum snýr seg um evnið sálarheilsu, sum stendur henni nær. "Mín sál er í góðum hondum" er í grundini ein grundleggjandi ein uppgerð við orðið "sálarsjúka", ásannar Lena.

"Tá vit í Føroyum byrjaðu at brúka orðið 'sálarsjúka', so skurraði tað alt fyri eitt í mínum oyrum, tí eg meini, at sálin er nakað annað enn psykan. Eg havi tískil altíð havt trupult við at góðtaka hugtakið ‘sálarsjúka’, og nú, tá eg fór í holt við mína fyrstu føroyskt mæltu útgávu, kom hetta niðurlagið til mín ein dagin í bilinum á veg heim. Tankin er, at tað kann væl vera, at mær tørvar resept, læknatjekk ella diagnosu, tí eg stríðist psykist, men míni sál er onki galið við. Í mínum hugaheimi eru psyka og sál ikki tað sama, og tað er tað, eg royni at vísa á við hesum sanginum."

 

Orð og lag komu samstundis

Lena útgreinar, at á enskum verður sagt "mental health" og "mental illness" og ikki "soul health" ella "soul illness".

"Eg haldi sjálv, at hetta er ein sera grundleggjandi munur. Orð hava týdning, og eg haldi ikki, at orðið 'sálarsjúk' átti at verið brúkt til at lýsa menniskju, ið stríðast psykist. Mann kann medisinera tann fysiska partin av einum menniskja, men ikki tann sálarliga - tað andaliga. Um tú ella eg stríðast psykiskt, so merkir tað ikki, at sálin hevur tað upp á sama máta." 

Lena greiðir frá, at hon leingi hevur ynskt at ein sang um sínar tankar um hetta eyma evnið, men tað hevur ikki verið lætt.

"Tað skuldi smakka rætt. Eg kundi ikki tvinga tað fram. Men so handan dagin, eg koyrdi heim, so kom niðurlagið til mín, orð og lag samstundis, meðan eg sat aftan fyri róðrið. Og tá eg kom heim og spældi hugskotið fyri Niclasi, var hann við upp á tað, og vit setti okkum at skriva versini saman.

 

Mín Sál Er í Góðum Hondum
Anderssen/Johannesen

Onkuntíð kennist sinnið
Tungt, eg veit, mær tørvar hjálp
Og djúpt har innast inni
Kennist alt tað heila hálvt
Men kortini so veit eg
Mín psyka er ikki mín sál

Tað viðføri, eg beri
Eitt arr, tvey skurls, og mangt eitt hví
Tó veit eg, at eg eri
Meira enn tað sinnisstríð
Sum tyngir meg
Ja, eg hoyri teg…

…og tú teskar til mín nú

Mín sál krevur ikki recept
ella læknatjekk ella diagnosu
Mín sál er í góðum hondum
Mín sál er frí

At liva í angist í skugga
Tá tankar tyngja hug og sinn
So eiga vit tó tann ugga
At framkomin er vísundin
Men kortini so veit eg
Mín psyka er ikki mín sál

Og tá vit av foldini flúgva
Eru sút og kroppur ein farin tíð
Eg veit tað er torført at trúgva
At vit eru meira enn jarðiskt stríð
Men eg trúgvi tí…

…og tú teskar til mín nú

Mín sál krevur ikki recept
ella læknatjekk ella diagnosu
Mín sál er í góðum hondum
Mín sál er frí 

 

Avrikslisti
Orð & lag: Lena Anderssen/Niclas Johannesen
Arrangerað: Lena Anderrsen, Niclas Johannesen
Upptikið í Studio 57, Hoyvík · Hammond orgul upptikið við Sjógv
Ljóðblandað í Fix-n-Mix, Norðursæland, Danmark
Framleitt: Niclas Johannesen
Ljóðblandað og mastrað: Óli Poulsen

Tónleikarar:
Lena Anderssen - sang, kór
Niclas Johannesen - gittarar, bass, keyboards, trummu-forritan
Hans Poulsen - Hammond orgul
Óli Poulsen - trummu forritan 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634