Julian í 2025: Tók eitt met fyri og annað eftir

Julian í 2025: Tók eitt met fyri og annað eftir
Langteinarennarin Julian Gregersen hevði eitt 2025, hann seint fer at gloyma. Rennarin úr Treysti vandi hart og miðvíst og tók fleiri av treiskastu metunum í føroyskum ítrótti
08.02.2026 - 17:18

Fet fyri fet og kilometur fyri kilometur. 27 ára gamli Julian Gregersen  hevur havt eitt ár, hann seint fer at gloyma. 

Í nærum hálvtannað ár uttan steðg hevur langteinarennarin úr Klaksvík vant miðvísari og harðari enn fyrr, og viðhvørt hevur kilometratalið ligið upp ímóti 180 um vikuna.

Úrslitini fylgdu við hørðu venjingini, og fleiri av treiskastu metunum í føroyskum ítrótti stóðu fyri falli.

Julian Gregersen tók fleiri av teimum - millum annað 1500m og 5000m á breyt, 5 kilometrar á landavegi og hálvt maraton.

Fegnast var hann kortini um metið á maratonteininum, sum Absalon Hansen setti í Hamburg í 1988 og hevur átt í samfull 37 ár. Í Valencia bøtti Julian Gregersen um gamla metið, sum var tveir tímar, 27 minuttir og 53 sekund, við góðum seks minuttum. 

Hetta innslagið var við í Ítróttafagnaðinum 2025. Sí sendingina her:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129