Seks av sjey eykavaldum óroynd í landspolitikki

Seks av sjey eykavaldum óroynd í landspolitikki
Av teimum sjey eykavaldu tingfólkunum, sum nú hava tikið sæti í løgtinginum, so er tað bara Eyðgunn Samuelsen, sum frammanundan hevur havt sæti á tingi í longri tíð
 
13.04.2026 - 11:00

Fleiri nýggj fólk vera at síggja í løgtinginum, tá nýggju landsstýrisfólkini eru tilnevnd og Løgtingið kemur saman aftur.

Grein 32, stk. 1 í stýrisskipanarlógini sigur, at løgtingsmaður, sum verður løgmaður ella landsstýrismaður, sigur frá sær løgtingssessin, meðan hann situr í landsstýrinum.

Tað merkir, at sjey valevni, sum gjørdust ov stutt á løgtingsvalinum 26. mars, nú sleppa inn um tinggáttina og gerast tingfólk.

 

 

Tey sjey, sum standa ovast á listanum hjá teimum trimum flokkunum eru hesi.:

Fyri Fólkaflokkin: Fía Selma Nielsen, sum fekk 327 atkvøður, Astrið Breckmann, sum fekk 322 og Kristian Krog Hentze, sum fekk 297 atkvøður.

Fyri Sambandsflokkin: Magni Højgaard, sum fekk 342 atkvøður og Anna Falkenberg, sum fekk 272 atkvøður. Næst eftir Onnu Falkenberg, ið sum kunnugt eisini er fólkatingskvinna, er Hermann Samuelsen, sum fekk 258 atkvøður.

Og fyri Javnaðarflokkin: Bjørt Lind, sum fekk 287 atkvøður og Eyðgunn Samuelsen, sum fekk 263 atkvøður.

 

Seks nýggj tingfólk

Av hesum sjey er tað bara Eyðgunn Samuelsen, sum frammanundan hevur havt sæti á tingi í longri tíð.

Øll hini eru meira ella minni óroynd í landspolitikki. Fía Selma Nielsen hevur havt sæti á løgtingið eitt stutt tíðarskeið í fjør, tá hon avloysti Árna Skaale.

Broytingarnar merkja eisini, at talið av kvinnum í Løgtinginum fer úr tíggju upp í 13. Tvær fara úr Løgtinginum í landsstýrið, og av teimum sjey nýggju, sum koma inn, eru fimm kvinnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360