Russland ávarar Evropa

Russland ávarar Evropa
Norra og ES styrkja dronustuðulin til Ukraina, men Moskva hóttir við avleiðingum
 
15.04.2026 - 18:52

Tað er fallið russiska forsetanum, Vladimir Putin, fyri bróstið, at fleiri evropeisk lond fara at veita Ukraina dronur.

- Tað dregur hesi londini beinleiðis inn í kríggið móti Russlandi, sigur russiska verjumálaráðið, sambært statsstýrdu russisku tíðindastovuni Interfax.

Í gjár legðist Norra afturat teimum londum, sum var at veita Ukraina dronur, tá norska stjórnin skrivaði undir eina yvirlýsing, at Norra skal framleiða dronur til Ukraina.

Frammanundan hevur ES økt um sínar íløgur í dronuframleiðslu, umframt at fleiri ES-lond hava gjørt líknandi avtalur við Ukraina.

Norska TV2 skrivar, at norskir serfrøðingar vístu í gjár á, at russisku reaktiónirnar eru kendur retorikkur, sum er ætlaður til at fáa lond at aftra seg at veita stuðul til Ukraina. Serfrøðingarnir siga eisini, at Russland hevur í løtuni ikki førleikar at víðka um kríggið nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025