Føroyskur hermaður í Ukraina: "Merkiliga friðarligt"

Føroyskur hermaður í Ukraina: "Merkiliga friðarligt"
Russland er farið í holt við síni várálop í Ukraina, men tað gongur ikki heilt eftir vild, tí ukrainar brúka alsamt meira dronur á hermótinum
Mynd: Bjørn Kallsoy á Facebook  
 
16.04.2026 - 09:22

Bjørn Kallsoy, føroyskur hermaður í Ukraina, hevur júst verið á eini 20-daga missjón á hermótinum í Eysturukraina, og tað hevur verið merkiliga friðarligt á hermótinum hesa ferð, sigur hann.

Russland er annars farið í holt við síni várálop í Ukraina, men tað gongur ikki heilt eftir vild, tí ukrainar brúka alsamt meira dronur á hermótinum, og tað ger tað torført hjá russum at bróta ígjøgnum ukrainsku verjuna.

Ukraina hevur tikið land aftur á hermótinum, samstundis sum russar missa fleiri hermenn, enn teir megna at kalla inn til hertænastu.

Og tað er harðrendi málsetningurin hjá Ukraina fyri í ár,- at fyri hvønn ukraina, sum letur lív á hermótinum, so skulu fimm russar missa lívið, sigur Claus Mathiesen, lektari á danska verjuháskúlanum við danska kringvarpið. 

 

20250416_UKRAINA_KRIGGJ

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860