Maratonmetið knúst: Sawe fyrsti undir tveir timar

Maratonmetið knúst: Sawe fyrsti undir tveir timar
Sabastian Sawe hevur skrivað ítróttasøgu sum fyrsti maðurin, ið hevur runnið eitt kappingarmaraton uppá minni enn tveir tímar
Sabastian Sawe skrivaði ítróttasøgu sum fyrsti maðurin, ið hevur runnið eitt kappingarmaraton uppá minni enn tveir tímar
Mynd: Justin Tallis/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.04.2026 - 14:37

Sabastian Sawe gjørdist í dag fyrsti maðurin, sum hevur runnið maraton upp á minni enn tveir tímar.

Tað gjørdi 30 ára gamli kenyanarin til London Marathon, har hann í frálíkum renniumstøðum rann gitna teinin upp á ein tíma, 59 minuttir og 30 sekund.

Nýggja heimsmetið var meir enn ein minutt skjótari enn gamla metið upp á 2.00.35, sum Kelvin Kiptum setti í 2023. Yomif Kejelcha, sum endaði á 2. plássi í kappingini, kom eisini á mál við eini tíð undir tveimum tímum. 

Tað skal leggjast afturat, at Eliud Kipchoge rann maratonteinin undir tveir tímar í 2019, men hetta var við hjálp av ymsum slag og ikki í kapping, so tí ikki galdandi sum met.

 


Tigst Assefa úr Etiopia setti nýtt heimsmet. Hon átti sjálv gamla metið frá London Maraton í fjør (Mynd: Matthew Childs/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Eisini nýtt heimsmet hjá kvinnum

Hjá kvinnunum var eisini ferð á. Tigst Assefa úr Etiopia tók sítt egna heimsmet, tá hon kom fyrst á mál hjá kvinnunum í London í dag. 

Hon rann frá Hellen Obiri og Joyciline Jepkosgei úr Kenya og kom á mál við tíðini tveir tímar, 15 minuttir og 41 sekund. Tað eru níggju sekund skjótari enn gamla metið, sum Assefa setti í fjør.

Talan var um heimsmet, har kvinnurnar renna fyri seg.

Til stuttleikar kann nevnast, at Julian Gregersen eigur føroyska maratonmetið hjá monnum, sum er 2.21.30. Klaksvíkingur tók gamla metið hjá Absaloni Hansen í desember í fjør.

Hjá kvinnum er Marna Egholm skjótast við 2.46.37. Metið er frá 2016.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777