FM í bogaskjóting: Nýbyrjari syfti stórfavoritt

FM í bogaskjóting: Nýbyrjari syfti stórfavoritt
Amy við Rætt, sum ber hevur skotið við compound í eitt hálvt ár, tók stórfavorittin Anju Eydnudóttir á bóli í FM-finaluni uttandura og fór avstað við meistaraheitinum
Amy við Rætt syfti Anju Eydnudóttir til FM í uttandura bogaskjóting í Hoydølum
 
31.08.2026 - 09:07

Amy við Rætt úr Ørvi, sum bert hevur skotið við compound-boganum í eitt hálvt ár, tryggjaði sær føroyameistaraheitið í uttandura skjóting við óvæntaðum finalusigri á Anju Eydnudóttir leygardagin.

Finalan var sera jøvn, og tær báðar fylgdust trý tey fyrstu umførini, sum endaðu 27-27, 28-28 og 28-28. 19 ára gamla Amy við Rætt var kortini kaldari til endans og vann tvey tey seinastu umførini ávíkavist 29-28 og 27-26 og finaluna samanlagt 139-137.

 - Tað er stórt, tí hon er tann besta. Hon var tann besta í Føroyum og hevur skotið nógv longur enn eg havi, segði Amy við Rætt við Kringvarpið. 

Bert tríggjar kvinnur kappaðust, og bert 13 ára gamla Marta B. Poulsen úr Ørvi, sum tapti hálvfinaluna fyri Amy við Rætt, fekk tískil bronsuna.

Pernille Krogh úr Vágaskoti var einasta kvinnan, sum skeyt við recurve-boganum og er tískil føroyameistari uttan kapping.

 


Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen úr Ørvi hava skotið nógvar finalur ímóti hvørjum øðrum. Hesa ferð var Jóannes Poulsen omaná.

 

Kenningar aftur í finaluni hjá monnum

Seks menn kappaðust í compound, men sum ikki einaferð skutu liðfelagarnir úr Ørvi Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen seg í finaluna.

Munurin í teimum fimm umførunum var ongantíð meir enn eitt stig, men Jóannes Poulsen var eitt stig betri tríggjar ferðir, og so nyttaði ikki hjá Nikkel Petersen at vinna síðsta umfar 30-29.

Jóannes Poulsen vann 147-145 samanlagt og fegnaðist um meistaraheitið.

 - Stuttligt. Tað er ikki hvørt ár ella hvørja sesong, at tú klárar tað, so at kunna gera tað aftur var ræðuliga lekkurt, segði royndi bogaskjúttin.

Recurve-menninir skutu fyri einari viku síðan, og Hans Petur Højgaard úr Ørvi tryggjaði sær meistaraheitið. 

Hann skifti annars frá recurve til compound í vetur, og hann skeyt triðbest innleiðandi við nýggja boganum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002