Breddin: Bakkafrost og fútin

Breddin: Bakkafrost og fútin
Michael Boolsen, fúti, ávaraði fyrst løgmansskrivstovuna um, at Bakkafrost var meldað, og útlit var fyri bót uppá 67 milliónir. Men nú er málið tódnað niður í einki
Málið um Bakkafrost er tódnað niður í einki.
 
28.04.2026 - 09:00

Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan meldaði Bakkafrost til fútan. 

Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti, um nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir krónur, sum fyrstu ferð gjørdist aktuelt í desember í 2021. 

Umrøðan av málinum byrjaði við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum á løgmansskrivstovni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at fútin hevði ringt til løgmansskrivstovuna og gjørt vart við, at Bakkafrost varð meldað, og at útlit vóru til eina bót uppá 67 milliónir krónur.

 


Michael Boolsen, fúti.

 

Í farnu viku gjørdist málið aftur aktuelt - nú, tí hetta stóra málið, sum var so álvarsligt, at fútin mátti ávara løgmansskrivstovuna, var tódnað niður í einki.

Ein partur var fyrnaður og ein partur kundi ikki prógvast, segði fútin í telefonsamrøðu við útvarpið tann 20. apríl. 

Men hvat snúði hetta málið seg um? Og er tað brot á nakrar reglur, at fútin ringir í Tinganes fortelur, at Bakkafrost er meldað?

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688