Kommunufelagið: Nýggja tilboðið frá Heilsuskúla Føroya er loysnin

Kommunufelagið: Nýggja tilboðið frá Heilsuskúla Føroya er loysnin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.05.2026 - 16:14

Trotið á útbúnum starvsfólki á eldraøkinum er stórt, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, heldur, at nýggja tilboðið frá Heilsuskúla Føroya, har partur av undirvísingini verður í Havn og við fjarundirvísing, verður loysnin frameftir.

Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, var landsstýrismaður í mentamálum, tá avgerð varð tikin um, at Heilsuskúli Føroya skuldi vera í Suðuroy.

Og hann heldur ikki, at tað við dagsins tøkni eigur at vera avgerandi, júst hvar ein skúli er staddur.

Tórbjørn Jacobsen heldur, at tað hevur skund at gera nakað fyri at nøkta tørvin á útbúnum starvsfólki á eldraøkinum.

 

Vil sleppa undan at fara til Suðuroyar

Men útbúgvingin hjá Heilsuskúla Føroya er ikki hóskandi fyri øll. Arnleyg Tungá ynskir at sleppa á Heilsuskúlan at lesa. Men hjá henni er ikki gjørligt at fara til Suðuroyar.

Og nýggja tilboðið hjá Heilsuskúlanum, har partur av útbúgvingini verður tikin í Havn, riggar heldur ikki hjá henni.

Hjá henni hevði tað hóskað betur, um hon slapp undan at fara til Suðuroyar, og um hon kundi tikið útbúgvingina yvir longri tíð enn vanligt.

 

Heilsuskulin_Tobbi_uppfylgjing

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040