Veronika Petersen nýggjur skúlastjóri á Fossánesi

Veronika Petersen nýggjur skúlastjóri á Fossánesi
Skúlin hjá Hvannasunds kommunu, sum liggur á Fossánesi, hevur fingið nýggjan stjóra. Virkandi skúlastjórin seinasta árið er nú sett í starvið sum skúlastjóri
Mynd: Privat mynd á Facebook  
 
05.05.2026 - 09:32

Virkandi skúlastjórin í skúlanum á Fossánesi seinasta árið er nú sett í starvið sum skúlastjóri.

Tað er Veronika Petersen.

Hon er 53 ára gomul og býr í Norðdepli.

 

Lærari síðani 2004

Veronika Petersen gjørdist lærari í Føroya læraraskúla í 2004.

Hon hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum og á serøkinum bæði í Danmark og í Føroyum.

Veronika Petersen hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða og tekur í løtuni leiðsluútbúgving, skrivar Undirvísingarstýrið.

 

Tvær umsóknir

Tvær umsóknir vóru til skúlastjórastarvið á Fossánesi.

39 næmingar úr fyrsta til sjeynda flokk vera í skúlanum næsta skúlaár.

Fimm fulltíðarstørv eru í skúlanum á Fossánesi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666