- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marius fær ikki fótfjøtur

Marius Borg Høiby, sonur norsku Mette-Marit krúnprinsessu, fær ikki fótfjøtur, og sleppur sostatt ikki úr fongslinum, meðan hann er varðhaldsfongslaður.
Tað er avgerðin hjá norska landsrættinum, sum hevur víst kæruni hjá Marius Borg Høiby aftur, skrivar norska kringvarpið, NRK.
Í síðstu viku vísti rætturin í Oslo kravinum hjá um fótfjøtur aftur.
Rætturin metir, at vandi er fyri, at hann fer at fremja fleiri lógarbrot, og vísir á, at Marius Borg Høiby fleiri ferðir hevur brotið vitjanarforboðið - eisini eftir at rættarmálið byrjaði.
Vónbrotin
René Ibsen, sum er verji hjá Mariusi Borg Høiby, sigur, at hann er vónbrotin av avgerðini, men hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Við avgerðini skal hann sostatt sita varðhaldsfongslaður til 15. juni, tá dómur væntandi fellur, skrivar NRK.
Marius Borg Høiby er ákærdur fyri 40 ymisk brot. Millum annað fýra mál um neyðtøku av kvinnum, meðan tær svóvu, harðskap, hóttanir, umframt álvarsligt brot á rúsevnalógina.



























