Lok lagt á málið um skjóttgangandi bátin, sum rendi á Brimil

Lok lagt á málið um skjóttgangandi bátin, sum rendi á Brimil
Skiparin á Brimli sá tilburðin, tá skjóttgangandi bátur sigldi á vaktarskipið, meðan tað lá á Vestmanna leygardagin. Men hvørki skipari ella myndugleikar vilja siga nakað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.05.2026 - 18:29

Tað var dramatikkur í luftini, hátíðarløtuna tá smábátar í stórum tali stevndu inn á Vestmanna á bátastevnu seinnapartin leygardagin.

Men millum mongu bátarnar, sum spakuliga stevndu inn á fjørðin, var eisini ein skjóttgangandi stuttleikabátur, sum av einhvørjari orsøk rendi beint á vaktar- og bjargingarskipið Brimil. Sambært sjónarvitnum sigldi báturin inn í síðuna á Brimli við nógvari ferð, og onkur av teimum, sum vóru í bátinum, vórðu slongd úr honum.

Eitt av fólkunum, sum var umborð á stuttleikabátinum, bleiv flutt á Landssjúkrahúsið við tyrluni hjá Atlantsflog, sum av tilvild var í Vestmanna í samband við eina bjargingarroynd. Eisini blivu tveir sjúkrabilar boðsendir, og fluttu teir onnur av fólkunum í stuttleikabátinum á Landssjúkrahúsið.

Hendingin fór fram seinnapartin leygardagin - hjá Vørn er tilburðurin skrásettur klokkan 15:07.

Men síðani hevur verið tøgn um málið.

Ongar viðmerkingar

Løgreglan hevur ongar viðmerkingar til málið - ikki annað enn at málið verður kannað.

Avhoyringar eru tó gjørdar, váttar Paula Eikholm, vaktleiðari á politistøðini.

Vaktleiðarin vil ikki upplýsa orsøkina til samanstoytin, um rúsdrekka var uppií ella ikki, hvussu nógv fólk vóru í skjóttgangandi bátinum, um nakar hevur meldað málið, og so framvegis...

Tað einasta, Paula Eikholm, vaktleiðari, vil upplýsa, er sum nevnt at málið verður kannað, og at avhoyringar eru gjørdar.

Sambært politinum - sum also higartil hevur lagt lok á málið - kemur møguliga ein frágreiðing frá teimum seinni í vikuni.

Ein, sum sá samanstoytin, er skiparin á Brimli. 

-Eg sá, hvat hendi, váttar Jørgen Joensen.

Men skiparin á hevur ongan hug at greiða nærri frá, hvat hann sá.

-Vit hava ongar viðmerkingar til málið, sigur Jørgen Joensen, sum tó ikki vil grundgeva nærri fyri tí.

Jørgen Joensen upplýsir tó, at hann hevur latið løgregluni eina frágreiðing.

Spurdur, um hann meldaði málið til løgregluna, tá hann nú sá at ein bátur rendi við nógvari ferð inn í síðuna á Brimli, svarar skiparin stutt, at hann hevur fráboðað, har hann skal, til løgregluna og Sjóvinnustýrið. Meira vil hann ikki siga. 

Heldur ikki skiparin á Brimli vil upplýsa, hvussu nógv fólk vóru í stuttleikabátinum, sum rendi á Brimil. Men manningin á Brimli hjálpti til við bjargingararbeiðnum eftir samanstoytin, sigur Jørgen Joensen. 

Brimil fekk ongan skaða av samanstoytinum, upplýsir skiparin.

Sjóvinnustýrið biðið politiið kanna

Sjóvinnustýrið - sum fekk fráboðan um hendingina leygardagin - hevur heldur ikki stórvegis viðmerkingar til málið... 

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, upplýsir tó, at hann hevur heitt á løgregluna um at kanna møgulig brot á tær reglur, sum sjóvinnustýrið umsitur. Tað er lógin um trygd á sjónum.

-Eg havi ongar aðrar viðmerkingar, meðan løgreglan kannar málið, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.

Tá vit spyrja hann - sum myndugleiki á sjónum - um talan var um eina álvarsliga hending í Vestmanna leygardagin, svarar Hans Jóhannes á Brúgv stutt, at tað vil hann ikki hava nakra meting um, áðrenn málið er liðugt kannað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458