Brennistøðin á Hjalla tók ímóti 23.650 tonsum av ruski í fjør

Brennistøðin á Hjalla tók ímóti 23.650 tonsum av ruski í fjør
75 prosent av burturkastinum vóru orkuútvunnin, 22 prosent vóru send til endurvinningar, og trý prosent vóru tyrvd
Nøgdin av burturkasti til Kommunalu brennistøðina í Havn vaks 14 prosent í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.05.2026 - 08:46

Kommunala brennistøðin í Tórshavnar kommuna tók í fjør 23.649 tons av burturkasti, sum eru 14 prosent meira enn í 2024.

Í fjør vóru 75 prosent av burturkastinum orkuútvunnin, 22 prosent vóru send til endurvinningar, og trý prosent vóru tyrvd.

Meira burturkast var sent til endurvinningar í fjør enn í 2024.

Ein orsøk er, at metal var avskipað tvær ferðir í 2025 og bara eina ferð í 2024.

Meira glas og elektronikkur vóru í fjør enn í 2024.

1000 tons fleiri vóru orkuútvunnin í fjør enn í fyrraárið.

Tyrvingin er minkað nógv seinastu tvey árini, tí nú verður burturkastið skilt meira.

Og vinnan koyrir burturkast, sum skal tyrvast, beinleiðis til tyrvingarplássið í Nýggjheiðum, skrivar KOB um 2025.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098