Ráðið fyri ferðslutrygd mælir frá hægri hámarksferð

Ráðið fyri ferðslutrygd mælir frá hægri hámarksferð
Havnarvegurin er gjørdur til eina hámarksferð upp á 60 kilometrar um tíman og má broytast, um hámarksferðin skal setast upp, sigur stjórin í Ráðnum fyri ferðslutrygd
Býráðslimir skjóta upp at økja hámarksferðin á nýggja Havnarvegnum úr 60 upp í 70 kilometrar um tíman, men Ráðið Fyri Ferðslutrygd mælir frá
Mynd: Savnsmynd  
 
23.05.2026 - 14:05

Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, mælir frá, at hámarksferðin á nýggja Havnarvegnum í Havn verður sett upp, soleiðis sum kreftir í býráðnum í Tórshavnar kommunu ætla.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, legði uppskot fyri býráðið um at hækka hámarksferðina úr 60 upp í 70 kilometrar um tíman. Býráðið beindi málið í teknisku nevnd, sum hevur tikið undir við uppskotinum, og tað skal nú viðgerast í ferðslunevndini. 

Har hevur Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, eisini sæti, og hann segði við útvarpið á middegi í gjár, fríggjadagin 22. mai, at um politiski viljin er at seta hámarksferðina upp, so gera tey tað.

Men tann avgerðin verður í so fall skeiv, heldur Lovisa Petersen Glerfoss, sum vísir á, at vegurin er gjørdur til eina hámarksferð uppá 60 kilometrar um tíman og tískil má broytast samsvarandi, um hámarksferðin skal hækka.

 

1814347

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666