- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sauna Dypp stevnt Tórshavnar kommunu

Smápartafelagið Sauna Dypp hevur stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum. Hetta er upphæddin, sum Sauna Dypp metir verða mist inntøka, eftir at felagið vann eitt útboð í august í fjør um vælveruøki í Álakeri í Havn.
Men politikararnir í Tórshavnar kommunu gjørdu eina kúvending, og brádliga var tað eftir teirra hugsan nummar tvey, sum skuldi vera vinnarin.
Sauna Dypp vann útboðið við Álaker
Søgan byrjar við, at Tórshavnar kommuna í fjør bjóðar trý økir út í Havnar Kommunu at skipa vælveruvirksemi, so sum hitapottar og sauna. Økini, ið verða bjóðað út, eru við Álaker í Havn, við bátahylin í Kollafirði og í Nólsoy. Eitt tilboð kom inn til økið í Kollafirði, meðan tvey tilboð komu inn til økið í Álakeri í Havn. Einki tilboð kom inn til økið í Nólsoy
Tað sæst í skjølunum, sum Kringvarpið hevur fingið alment innlit í, at umsóknirnar vórðu mettar sambært metanarmannagongdini, sum varð lýst í útboðstilfarinum, og niðurstøðan var, at felagið Saunagos við Sjógv vann tilboðið í Kollafirði, og at Sauna Dypp vann útboðið við Álaker.
Tað stendur eisini, at tekniski stjórin, havnastjórin og býararkitekturin mæla til, leigusáttmáli verður gjørdur við vinnararnar, og at málið verður beint í býráðið.
Politikararnir í Tórshavnar kommunu gjørdu eina kúvending
Men bara eina viku seinni, 1. september er fundur í byggi- og býarskipanarnevndini: Í niðurstøðuni hjá nevndini stendur, tá ið ræður um vælveruplássið í Álaker, at samtykt verður at taka av tilboðnum frá Saunagosi. Tað vil siga frá felagnum, sum í fyrsta umfari hevði tapt útbjóðingina.
Kommunustjórin, tekniski stjórin, havnastjórin og býararkitekturin mæla framvegis til, at leigusáttmáli verður gjørdur við upprunaliga vinnaran, smápartafelagið Sauna Dypp. Um ikki verður tikið undir við hesum, siga tey, so verður mælt til at útboðið verður trekt aftur.
29. september er aftur fundur í byggi- og býarskipanarnevndini. Tá avgerð ein meiriluti Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Birgir Nielsen og Kári Johansen, at leigusáttmáli ikki verður gjørdur við upprunaliga vinnaran, men at útboðið verður trekt aftur, og at nýtt útboð verður skipað.
16. desember í fjør legði Sp/f Sauna Dypp, sum var "metti vinnarin" sambært avgerðini hjá metingartoyminum í umsitingini í august 2025, sakarmál móti kommununi.
Sauna Dypp stevnir Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum
Krav verður eisini sett fram um, at Tórshavnar kommuna verður dømd at rinda Sauna Dypp 42.750 krónur, sum eru beinleiðis útreiðslur, sum felagið hevur havt av at fyrireikað tilboðið.
Einki samskifti hevur verið millum partarnar síðani, men teir hava fingið sær hvør sín advokat at koyra málið.
Tórshavnar kommuna vísir kravinum frá sær og krevur frídøming. Kommunan sigur, at Sauna Dypp einki fíggjarligt tap hevur havt sum fylgja av, at býararkitekturin í Tórshavnar kommunu sendi smápartafelagnum Sauna Dypp ein teldupost tann 25. august í fjør, um at Sp/f Sauna Dypp hevði fingið hægstu metingina av innkomnu tilboðunum.
Kommunan sigur eisini, at eingin fíggjarlig binding fyri Tórshavnar kommunu lá í hesum teldupostinum. Kommunan vísir á, at býararkitekturin ikki hevur nakra heimild til at gera avtalur av slíkum slag.
Sauna Dypp vísir hinvegin á, at kommunan hevur við orðingini í útboðstilfarinum givið eitt lyfti um, at kommunan ger ein leigusáttmála við vinnandi umsøkjaran. Og at tá ið kommunan tann 25. august 2025 boðar Sauna Dypp frá í telduposti, at "tit hava tískil vunnið útbjóðingina, og harvið rættin til at leiga lendið A í Álakeri, sambært útbjóðingartilfarinum. Til lukku við tí!, og at Sauna Dypp hevur svarað, so er avtalan inngingin.
Nú er spurningurin, um málið endar í rættinum, ella partarnir klára at gera eina semju.


























