Ferðafólk eru ikki loyvd á brúnna út í Rituskorð

Ferðafólk eru ikki loyvd á brúnna út í Rituskorð
Sambært nýggju ferðavinnulógini hava ferðafólk ikki lov at ganga har sum eingin góðkend hagagøta er, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í ferðavinnu- og kommunumálum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í ferðavinnu- og kommunumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2026 - 17:24

Ferðafólk hava einki at gera har eingin góðkend hagagøta er, tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eftir at tað kom fram í tíðindunum á døgurða at nógv ferðafólk vitja brúnna út í Rituskorð í Sandvík.

Brúgvin út í Rituskorð varð bygd í 1974 til at føra seyð út í feitilendi tvær ferðir um árið. Og, eingin góðkend hagagøta er í økinum.

Kringvarpið hevur roynt at fáa orðið á fólk frá ferðavinnuni, sum lýsa við og gera túrar til brúnna út í Rituskorð. Eingin vil tosa alment við kringvarpið, men sagt verður, at talan er um eitt stað sum ferðafólk fegin vilja uppliva, tí tey síggja góðu myndirnar á internetinum. Hildi verður eisini at suðuroyingar áttu at bygt eina betri brúgv í økinum.

Hagaeigarin, Bárður Willumsen, heldur hinuvegin, at ferðavinnan átti at bygt eina nýggja brúgv út í Rituskorð. 

Hoyr innslagið úr tíðindunum: 

 

1816436

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233