Trump ávarar Netanyahu: Tú verður skjótt einsamallur

Trump ávarar Netanyahu: Tú verður skjótt einsamallur
Amerikanski forsetin hevur aftur funnist at ísraelska forsætisráðharranum eftir álop á Iran
Benjamin Netanyahu og Donald Trump sita ikki so væl um sátt í løtuni.
Mynd: DR  
 
09.06.2026 - 08:03

- Ansa tær, ella stendur tú skjótt einsamallur.

Tað eru boðini frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, til sameinda sín, ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, eftir eitt samdøgur við nýggjum álopum millum Iran og Ísrael.

Í samrøðu við amerikanska miðilin, Axios, sigur Trump, at hann hevur ávarað Benjamin Netanyahu ímóti at víðka stríðið móti Iran enn meira.

 

Má vera varin

- Eg segði: "Bibi" - sum Benjamin Netanyahu verður róptur - tú mást vera varin. Annars verður tú heilt skjótt púra einsamallur, segði Trump í samrøðuni.

Hetta segði Trump, eftir at nýggj álop seinasta samdøgrið hava verið millum Iran og Ísrael.

Sunnukvøldið skeyt Iran eina røð av rakettum móti Ísrael. Skotini vóru aftursvar til ísraelsk álop móti Hizbollah-málum har suðuri í libanska høvuðsstaðnum, Beirut.

Ísrael svaraði mánanáttina aftur við álopum móti hernaðarligum málum í Iran, sum síðani aftur svaraði við nýggjum rakettálopum móti ísraelskum málum.

Seinnapartin í gjár boðaðu bæði lond frá, at álopini skuldu halda uppat skrivar bretska kringvarpið, BBC. Iran ávaraði tó samstundis um, at tey fóru at verða tikin uppaftur, leyp Ísrael aftur á Libanon.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514