HM í Týsklandi: Føroyar byrja við lykladystinum

HM í Týsklandi: Føroyar byrja við lykladystinum
Føroyar spæla ímóti Algeria í sínum fyrsta HM-dysti og kunnu við einum sigri mest sannlíkt tryggja sær pláss í miðumfarinum
Føroyski hópurin eftir seinna røkkstøkk-dystin ímóti Bosnia Hersegovina, sum tryggjaði Føroyum søguliga HM-plássið
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
11.06.2026 - 10:37

Fyrsti HM-dysturin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti kann avgera lagnuna Føroyum í endaspælinum.

Føroyar endaðu í bólki saman við Portugal, Póllandi og Algeria og leggja fyri ímóti Algeria í GETEC Arena í Magdeburg hósdagin 14. januar. Eydnast tað at vinna á norðurafrikanarunum, er plássið í miðumfarinum mest sannlíkt tryggjað, tí trý av fýra liðum í hvørjum bólki sleppa í miðumfarið.

Hetta er kortini treytað av, at Algeria ikki vinnur á Póllandi ella Portugal. Hendir tað, verður roknistykki fløktari.

LES EISINI: Føroyar fáa harða HM-mótstøðu

 

Stigini telja í miðumfarinum

Í miðumfarinum gerst uppgávan tó munandi torførari, og tí kann tað gerast avgerandi at hava so nógv stig sum gjørligt við sær úr bólkaspælinum. 

Her kann annar dysturin í bólkaspælinum ímóti Póllandi 16. januar gerast avgerandi. 

VIDEO: Vunnu hondbóltshjørtu 

Føroyar taptu 32-28 fyri júst Póllandi í EM-endaspælinum í 2024, tá hálvleiksstøðan var 15-15. Tá var talan um eitt grønt føroyskt lið uttan royndir í endaspølum, og tí er ikki óhugsandi, at føroyingarnir hesa ferð hava betri møguleikar ímóti tunga pólska liðnum.

 

Binda bólkasloyfu móti Portugal

Síðsti dysturin verður ímóti Portugal, sum kemur úr ovasta styrkibólkinum. Portugisar hava tikið seg nógv fram síðstu árini, og teljast nú millum tey liðini, sum royna at koma upp á stigið hjá Danmark.

Tað eydnaðist portugisum at vinna 31-29 á dønum í bólkaspælinum í seinasta EM-endaspælinum, og tað verður torført hjá Føroyum at syfta Costa-brøðurnar og Salvador Salvador, sum endaðu á fimta plássi í EM seinast.

Um væl vil til, verður hetta dystur um 1. plássið í bólkinum, men undir øllum umstøðum verður spennandi at royna seg ímóti portrugisum fyri fyrstu ferð síðan C HM í 1980, tá Portugal vann 34-25.

Eydnast tað hjá Føroyum at spæla seg í miðumfarið, verða trý tey bestu úr bólki E mótstøðulið í Hannover. Í tí bólkinum spæla Svøríki, Norra, Grikkaland og Katar.

 

HM-Dystarskráin í bólkaspælinum

Hósdagin 14. januar: Føroyar – Algeria
Leygardagin 16. januar: Føroyar – Pólland
Mánadagin 18. januar: Portugal – Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650