Hava longu vegleiðing um vanlukkufráboðan

Hava longu vegleiðing um vanlukkufráboðan
Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at stýrið á heimasíðu sínari kunnar um fráboðanarskyldu um vanlukkur
Sjóvinnustýrið.
 
16.06.2026 - 09:32

Sjóvinnustýrið hevur longu vegleiðing um vanlukkufráboðan á sínari heimasíðu.

Og har hevur hon verið í nógv ár.

Tí undrast Sjóvinnustýrið á, at Reiðarafelagið fyri handilsskip sigur, at Sjóvinnustýrið eigur at hava greiða vegleiðing á heimasíðu sínari um, hvussu boðast skal frá vanlukku á sjónum.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at stýrið á heimasíðu sínari kunnar um fráboðanarskyldu um vanlukkur. 

Har eru eisini oyðibløð.

Ein kunngerð er á veg, sum áleggur skipara og reiðara at boða Sjóvinnustýrinum frá um vanlukkur, andlát og hendingar á føroyskum ella útlendskum skipi í føroyskum sjógvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666