Ísrael slítur sambandið við uttanríkisstjóran í ES

Ísrael slítur sambandið við uttanríkisstjóran í ES
Kaja Kallas hevur samanborið Ísrael við fyrrverandi apartheidstýrið í Suðurafrika
Kaja Kallas er uttanríkisstjóri í ES.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.06.2026 - 14:57

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Gideon Saar, slítur alt samband við uttanríkisstjóran í ES, Kaju Kallas.

Tað sigur hann sambært Reuters-tíðindastovuni.

Orsøkin til at Gideon vendir Kallas bakið er, at hon nýliga hevur samanborið Ísrael við fyrrverandi apartheidstýrið í Suðurafrika.

Sambært ísraelska miðlinum Ynet hevur Kallas sagt hetta fyri aftur latnum durum á einum fundi í Meksiko. Tað er órgreitt, hvat hon ítøkiliga hevur sagt á fundinum, skrivar Ritzau.

Kallas vil hvørki vátta ella avsanna, um hon hevur samanborið Ísrael við apartheidstýrið í Suðurafrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815