- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal verða bíligari at leggja um til grøna orku

Tað skal verða lættari hjá húskjum við lágum inntøkum at vera við í grøna orkuskiftinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum.
Samstundis verða núverandi stuðulsskipanir niðurlagaðar, og síðani tiknar av.
Men hvussu húski við lágum inntøkum skulu fáa betri møguleikar at gera stórar íløgur í grøna orkuskiftið, er ógreitt.
Í 2025 byrjaði niðurlagingin av stuðulsskipanini til elriknar hitapumpuskipanir, so at endurgjaldið av mvg í ár er 50 prosnt, næsta ár 25 prosent, og í 2028 er tað burtur.
Í fjør byrjaði eisini niðurlagingin í stuðulsskipanum til elbilar, sum verður burtur í 2028.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at ferð skal setast á grøna orkuskiftið, og hon nevnir møguleikan at fáa størri kapping við fleiri veitarum, sum kunnu bjóða bíligari loysnir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
























