Kunnu fáa neyvar upplýsingar um vindviðurskifti um landið

Kunnu fáa neyvar upplýsingar um vindviðurskifti um landið
Veðurstova Føroya hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til verkætlan at menna vindatlas, sum vísir, hvussu vindurin er í ávísum støðum í landinum
At vindatlasið er “háupployst”, merkir, at tað skal geva eitt neyvt og staðbundið yvirlit fyri vindin kring landið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.05.2026 - 18:00

Nýggj verkætlan á Veðurstovuni skal gera tað lættari at fáa neyvar upplýsingar um vindviðurskiftini kring landið.

Verkætlanin, sum hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum, skal menna eitt sonevnt "háupployst vindatlas" fyri Føroyar.

At vindatlasið er “háupployst”, merkir, at tað skal geva eitt neyvt og staðbundið yvirlit fyri vindin kring landið.

Almenningurin sleppur eisini at brúka vindatlasið. Fólk skulu sjálvi hava møguleika fyri at fara inn og síggja, hvussu vindurin vanliga er í ávísum støðum í Føroyum. 

Nú verkætlanin hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum, ber til at gera vindatlasið endaliga liðugt.

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum: 

 

27052026_Vindatlats

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479