Viðmerkjari: Iran vunnið greiðan sigur við avtaluni

Viðmerkjari: Iran vunnið greiðan sigur við avtaluni
Sambært avtaluni við USA verður frystur peningur, sum Iran eigur, tiðnaður, allar handilsforðingar skulu takast av, og Iran fær undantaksloyvi at selja olju
Regin Berg er master í altjóða politikki.
 
18.06.2026 - 13:10

Tað er ivaleyst ein fyrimunur fyri amerikanska forsetan, at veljararnir heima í USA ikki brúka so nógva orku uppá altjóða politisk viðurskifti, tá teir skulu fyrihalda seg til avtaluna við Iran. Fyri teir hava heimligu kostnaðarviðurskiftini allan týdningin, sigur Regin Berg, viðmerkjari, við serligari vitan um altjóða politikk.

Men eftir hansara tykki er friðaravtalan ein greiður sigur fyri Iran og iransku leiðsluna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18062026_Regin_Berg

 

Hóast avtalan ikki er almannakunngjørd í fullum líki, so hava miðlar fingið tey 14 punktini frá amerikonskum embætisfólkum.

Tey siga, at alt hernaðarligt virksemi heldur uppat alt fyri eitt, og vápnahvíld verður allastaðni. Eisini í Libanon.

- Partarnir skulu ikki leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá hvørjum øðrum.

- Ein endalig avtala skal vera gjørd í seinasta lagi um tveir mánaðir.

- Amerikanski stongsilin skal halda uppat, og amerikanski flotin skal taka seg aftur.

- Hormuzsunduið skal latast uppaftur.

- Ein endurbyggingarætlan uppá 300 milliardir dollarar skal gerast.

- Allar handilsforðingar skulu takast av.

- Iran bindur seg til ikki at hava kjarnorkuvápn og at tynna ríkaða uranið, sum teir hava, og at altjóða kjarnorkustovnurin skal hava eftirlit við uraninum.

- Eingin nýggj kjarnorkuskipan skal setast í verk.

- Iran fær undantak til at selja olju aftur.

- Frystur peningur verður tiðnaður aftur

- Eftirlit skal skipa,st so tryggjað verður, at avtalan verður hildin.

-  Mannagongd skal gerast fyr,i hvussu samráðingarnar skulu halda fram, og hvussu tey einstøku punktini skulu setast í verk.

- Avtalan skal endaliga góðkennast við einari bindandi samtykt í trygdarráðnum hjá ST.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558