Ferðsluljós lýsa framvegis ikki: Hava nú bílagt nýggjan eykalut

Ferðsluljós lýsa framvegis ikki: Hava nú bílagt nýggjan eykalut
Eykaluturin, sum var bílagdur, er ikki komin fram
Ferðslujósini í Fr. Petersens gøtu lýsa framvegis
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2026 - 13:09

Ferðsluljósini í miðbýnum í Havn lýsa ljósini framvegis ikki, og tað hava tey ikki gjørt í longri tíð.

Fyrst vóru tað ferðsluljósini í Bøkjarabrekku, sum ikki lýstu, men so var ein lutur tikin úr ferðsluljósunum í Fr. Petersens gøtu, fyri at fáa hini at lýsa.

Men tað hevur rakt ferðsluljósini í Fr. Petersens gøtu, sum ikki hava lýst í meira enn eina viku. 

Fríður Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, segði fyri eini viku síðani, at tað fór at lýsa heilt skjótt, tí at eykalutur varð bílagdur, og so var bara at fáa hann settan í ferðsluljósini.

Men eykaluturin er ikki komin fram, og nú er avgjørt at bíleggja nýggjan eykalut.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19062026_Ferdsluljos

 

 

 

 

 

 


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650