Kurasau fekk søguligt stig - Týskland er víðari

Kurasau fekk søguligt stig - Týskland er víðari
Kurasau reistist eftir stórtapið fyri Týsklandi og tryggjaði sær sítt fyrsta HM-stig eftir málleysan javnleiki ímóti Ekvador. Týskland vann á Fílabeinsstrondini og er víðari
Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.06.2026 - 15:26

Tá Kurasau tapti heili 7-1 fyri Týsklandi í sínum fyrsta HM-dysti, var tað nýtt sum prógv fyri, at ov nógv lond eru við í heimsmeistarakappingini. 

Tað kann framvegis vera rætt, men smátjóðin í Karibiska havinum reisti seg undir øllum umstøðum og tryggjaði sær sítt fyrsta stig eftir málleysan javnleik ímóti Ekvador í nátt. 

Eloy Room í málinum stóð sín lívs dyst og bjargaði øllum 15 royndunum, sum Ekvador hevði upp á málið. Tað er met, og Kurasau við sínum 156.000 innbúgvum er samstundis minsta landið, sum hevur fingið stig til HM.

 

Týski Jamie Vardy vendi dystinum

Týskland hevði ilt við at spæla seg til kjansir ímóti Fílabeinsstrondini, sum hevði lagt seg framum 1-0 við máli frá Franck Kessié fyri steðgin.

Julian Nagelsman hevði sæð nóg mikið, tá ein tími var spældur, og sendi Nadiem Amiri, Jamie Leweling og Deniz Undav á vøllin. Síðstnevndi vendi øllum við málum í 68. og 94. minutti, og við 2-1 sigrinum hevur Týskland tryggjað sær pláss í sekstandapartsfinalunum.

 


Deniz Undav skoraði eitt mál í 7-1 sigrinum á Kurasau, og við tveimum málum ímóti Fílabeinsstrondini tryggjaði Stuttgart-framherjin Týsklandi pláss í sekstandapartsfinalunum (Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Enski Jamie Vardy, sum vann Premier League við Leicester City í 2016, er kendur fyri at hava spælt seg upp ígjøgnum ensku fótbóltsrekkjurnar frá Stocksbridge til Halifax til Fleetwood og síðan til Leicester, sum tá var í næstbestu deildini.

29 ára gamli Deniz Undav tykist vera týska svarið upp á Jamie Vardy. Ikki fyrr enn framherjin var 23 ára gamal, kom hann til Union Saint-Gilloise í Belgia eftir at hava stríðst í lægru týsku deildunum í fleiri ár.

So kom ferð á. Hann skoraði nógv í Belgia í tvey kappingarár, og enska Brighton keypti týskaran. Har sló hann kortini ikki til, og leiðin gekk aftur til Stuttgart, har hann hevur skotið nógv mál síðstu trý árini. 

Nú hevur hann skotið trý mál til heimsmeistarakappingina, og kappast við Lionel Messi, Harry Kane, Kylian Mbappé og allar hinar heimsstjørnurnar um toppskjúttaraheitið.

 

 

Brobbey bankaði Svøríki

Svøríki hevði ein 5-1 sigur í skjúttuni, men tað nyttaði lítið ímóti Niðurlondum og Brian Brobbey, sum skoraðu tvær ferðir upp á 17 minuttir. Cody Gakpo legði tevey afturat løtuna eftir steðgin, áðrenn Anthony Elanga minkaði til 4-1.

Crysencio Summerville setti punktum fyri Niðurlond við 5-1 málinum beint fyri leiklok. Í hinum dystinum í bólki F vann Japan 4-0 á Tunesia, sum er úti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985