Macron á vitjan í Sýrialandi

Macron á vitjan í Sýrialandi
Hetta er fyrstu ferð, at ein ríkisleiðari í ES vitjar landið, síðani al-Assad var rikin frá valdinum
Franski forsetin, Emmanuel Macron, er í hesum døgum á vitjan hjá sýriska leiðaranum, Ahmed al-Sharaa.
Mynd: Mahmoud Hassano/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 10:15

Franski forsetin, Emmanuel Macron, er komin á vitjan í Sýrialandi, skrivar norska kringvarpið.

Hetta er fyrsta vitjanin í Damaskus hjá einum av fremstu ríkisleiðarunum í einum ES-landi, síðani uppreistrarfólk undir leiðslu av Ahmed al-Sharaa, róku Bashar al-Adssad frá valdinum í 2024.

Vitjanin setir eina striku undir geopolitisku broytingina í Sýrialandi undir Ahmed al-Sharaa, sum er fyrrverandi Al Qaida-leiðari. Hann hevur knýtt sambond við í Vesturheiminum og í Miðeystri, sum ikki vildu vita av Bashar al-Assad.

Samstundis, sum hann hevur knýtt bond, roynir Ahmed al-Sharaa at endurbyggja Sýrialand, sum er illa farið av einum kríggi, sum vardi í 13 ár, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Á flogvøllinum tók sýriski uttanríkisráðharrin, Asaad al-Shaibani, ímóti Macron.

- Eg eri her fyri at vísa, at Frakland vil hjálpa sýriska fólkinum, skrivaði Macron millum annað á X, beint eftir, at hann var komin til Sýrialands.

Endurbyggingin av landinum stendur ovast á skránni fyri vitjanina. Umframt forsetan eru eisini vinnulívsleiðarar við á ferðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083