- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-forsetin við Zelenskyj: Tú kanst altíð rokna við okkum

Stuðulin úr ES til Ukraina er størri enn nakrantíð, sigur forsetin í ES, Antonio Costa.
- Tú kanst altíð rokna við okkum. Ja, vit mugu hækka stuðulin og leggja størri trýst á Russland, segði Costa.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, fekk hjartaliga móttøku frá Costa og leiðaranum í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, tá hann kom á ES-toppfundin fyrrapartin.
Fleiri tiltøk setast í verk
ES boðar nú frá nýggjum tiltøkum móti Russlandi.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula Von der Leyen, boðar frá nýggjum pakka við revsitiltøkum - hetta er 22. revsipakkin móti Russlandi.
- Eitt er púra greitt: Vit strika eingi revsitiltøk, fyrr enn Russland steðgar hesum krígnum, staðfestir Ursula von der Leyen.
Á toppfundinum í dag fer ES at umrøða fíggjartørvin hjá Ukraina bæði í ár og næsta ár, sambært von der Leyen.
Zelenskyj er á toppfundi í ES. (Mynd: Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix)
Biður um hjálp at klára veturin
Zelensky biður ES um hjálp til at klára harða veturin, sum stendur fyri durum.
- Vit síggja eingi tekin frá russiskari síðu um, at teir vilja steðga krígnum. Nú mugu vit fyrireika okkum til veturin. Tað snýr seg um orkuveiting, men ikki bara tað. Vit hava eisini tørv á loftverju, sigur Zelensky, sambært NTB.


























