Sáttmálin millum KAF og Heilsuhjálparafelagið ikki góðkendur enn

Sáttmálin millum KAF og Heilsuhjálparafelagið ikki góðkendur enn
Lønardeildin hevur fingið sáttmálan, men í hesum førinum kann ganga longur tíð, til støða verður tikin til sáttmálan
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið skrivaðu fríggjadagin undir nýggjan trý ára sáttmála.
Mynd: KAF  
 
19.10.2026 - 12:20

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur móttkið lønarsáttmálan, sum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt

Sáttmálin er ikki góðkendur enn, sigur Jan Sjóstein, stjóri á Lønardeildini. Vanliga tekur tað nakrar dagar, men hann kann ikki lova, at tað gongur so skjótt í hesum føri 

1. oktobur í fjør gekk lønarsáttmálin millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala arbeiðsgevarafelagið KAF út.

Tað hevur gingið illa at gera nýggjan sáttmála, men fríggjadagin bar til við góðari hjálp frá Semingsstovninum.

 


Jan Sjóstein. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Landsstýrismaðurin skal góðkenna

Men sáttmálar fyri kommunal starvsfólk skulu góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, t.e. Aksel V. Johannesen. Fríggjadagin segði hann, at hann ikki hevði sæð sáttmálan, men at Lønardeildin fór at taka støðu til hann skjótast gjørligt.

Jan Sjóstein er lønarstjóri á Lønardeildini. Hann vil ikki gera bandaða samrøðu, men hann váttar, at Fíggjarmálaráðið fekk lønarsáttmálan fríggjadagin. Hann sigur, at vanliga tekur tað nakrar dagar at avgreiða.

Men tað er ikki vist, at tað er so einfalt í hesum førinum.

5. februar gjørdu 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm "á almenna arbeiðsmarknaðinum", sum tað eitur.

Hvørki Heilsuhjálparafelagið ella KAF eru partur av tí avtaluni, men kortini hevur avtalan órógvað lønarsamráðingarnar hjá teimum.

 


12 fakfeløg skrivaðu undir avtaluna um felags lønarkarm. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bara galdandi fyri 12 feløg

Jan Sjóstein á Lønardeildini sigur, at Karmavtalan bara er galdandi fyri tey 12 feløgini. Men hann leggur afturat, at atlitini, sum Lønardeildin tekur, eru til lønarlagið hjá tí almenna í síni heild, og at tað er orsøkin til, at Fíggjarmálaráðið skal góðtaka lønarsáttmálar á kommunala sáttmálaøkinum.

Í avtaluni um felags lønarkarm er eisini ein áseting um, at partarnir eru samdir um, at hægri karmur bert kann avtalast undir ávísum treytum, og at grundgeving við nøktandi útrokning fyriliggur.

Fríggjadagin var Mary Antonsdóttir ikki í iva um, at teirra nýggi sáttmáli ikki var innanfyri lønarkarmin hjá teimum 12 fakfeløgunum.

Spurdur, um KAF kann gera sáttmálar við hægri lønarkarmi enn tann, sum Fíggjarmálaráðið ger, sigur Jan Sjóstein, at KAF samráðist og kann gera sáttmálar, sum tað vil. Einasta treyt er tó, at sáttmálarnir skulu góðtakast við Fíggjarmálaráðnum.

 


Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF. (Mynd: Heilsuhjálparafelagið)

 

Trý ára sáttmáli

Lønarsáttmálin, sum Heilsuhjálparafelagið og KAF gjørdu fríggjadagin, er ein trý ára sáttmáli.

1. januar í ár hækkar mánaðarlønin 3,87 prosent. 1. oktobur í ár hækkar mánaðarlønin 1000 krónur fyri øll. Og 1. oktobur næsta ár hækkar mánaðarlønin trý prosent.

So eru tað nakrar viðbøtur um kvøldið og um náttina.

Frá 1. apríl næsta ár telur hvør arbeiðstími 1 tíma og 8 minuttir eftir klokkan 17, og 1 tíma og 16 minuttir millum kl. 23 og 06 um morgunin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19102026_KAF-sattmali_og_godkenning

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302