Nýggj útvarpsrøð setur sjóneykuna á framtíðar bústaðir í Føroyum

Nýggj útvarpsrøð setur sjóneykuna á framtíðar bústaðir í Føroyum
Fleiri túsund nýggir bústaðir skulu byggjast í Føroyum komandi árini. Nýggj útvarpsrøð hjá Kringvarpinum varpar ljós á, hvussu góður arkitekturur kann skapa betri bústaðir
 
04.08.2026 - 19:16

Hvussu byggja vit fleiri túsund nýggjar bústaðir uttan at ganga upp á kompromis við góðum arkitekturi og góðum grannaløgum?

Tað er høvuðsspurningurin í nýggju útvarpsstuttrøðini "Meiri enn tak yvir høvdið".

Gunnar Nolsøe er vertur.

Gunnar_Nolsoe_bygging_1

 

Í teimum fýra sendingunum greiða føroyskir arkitektar frá, hvat eigur at verða raðfest, tá nýggir bústaðir verða bygdir. Tey vísa eisini á dømi um góða bústaðarbygging bæði í Føroyum og uttanlands.

Í fyrstu sendingini er arkitekturin Annie Heinesen gestur. Hon heldur, at býlingurin Dalabú hjá Bústøðum er eitt av bestu dømunum um væl eydnaða bústaðarbygging í Føroyum.

Annie_Heinesen_1

 

Fleiri túsund nýggir bústaðir skulu byggjast komandi árini, og tí verður spurt, hvussu byggjast kann við góðum arkitekturi og burðardyggum loysnum, sigur Gunnar Nolsøe.

Gunnar_Nolsoe_bygging_2

 

Í hvørjari sending fáa arkitektarnir eisini eina serliga uppgávu, sum teir skulu royna at loysa undir sendingini. Annie Heinesen hevur fingið til uppgávu at greiða frá, hvussu realistiskt tað er at byggja ein bústað fyri 2,5 milliónir krónur. Annie Heinesen sigur, at fólk mugu gera sær greitt, hvat tey vilja hava og droyma um, men eitt nú at kanna, hvat er realistiskt í mun til prís og fíggjarætlan, tá ein ætlar at byggja sær ein bústað.

Annie_Heinesen_2_-_100_fermetrar_fyrst

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040