Politiið: Føroyar eru ikki vardar fyri radikalisering á netinum

Politiið: Føroyar eru ikki vardar fyri radikalisering á netinum
Málið um tríggjar danskar tannáringar, sum eru ákærdir fyri at hava ætlað eitt yvirgangsálop, vísir, hvussu sosialir miðlar kunnu ávirka ung, sigur kanningarleiðari
 
04.08.2026 - 14:31

Hóast hóttanin um yvirgang í Føroyum er sera lág, so eru Føroyar ikki vardar fyri, at ung kunnu verða radikaliserað á netinum og drigin út í álvarslig lógarbrot.

Tað sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá Føroya Politi, eftir at tríggir dreingir í Danmark, tveir 16 ára gamlir og ein 15 ára gamal, eru ákærdir fyri at hava ætlað eitt yvirgangsálop á ein skúla í Jútlandi.

Sambært Kára Jacobsen eru ung serliga viðkvom fyri ávirkan, og tí er umráðandi at hava ans fyri, hvørjum umhvørvum tey luttaka í á netinum. Málið í Danmark vísir, hvussu sosialir miðlar og netbólkar kunnu verða brúktir til at eggja ungum til víðgongdar gerðir.

Hann vísir tó á, at hóttanin móti Føroyum sum heild framvegis er sera lág, hóast føroysk ung eisini kunnu ferðast í somu talgildu umhvørvum sum ung aðrastaðni.

Hoyr innslag í tíðindinum á døgurða her:

Kari_Jacobsen_Terroraetlanir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585