Anna Røskva er fyrsti føroyingur í Den store bagedyst

Anna Røskva er fyrsti føroyingur í Den store bagedyst
DR hevur kunngjørt ársins luttakarar í væl umtóktu sjónvarpssendingini Den store bagedyst. Fyri fyrstu ferð er ein føroyingur við, Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard
Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard í føroyskum klæðum nummar trý frá vinstru í fremstu røð
Mynd: Carsten Mol / DR.dk  
 
14.08.2026 - 09:22

"Eg skal luttaka í Den store bagedyst 2026!!!"

Soleiðis skrivar 34 ára gamla Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard, ið er ættað av Tvøroyri, men búsitandi í Keypmannahavn, í einari støðudagføring á Facebook.

Hetta hendir í sambandi við, at Danmarks Radio hevur kunngjørt ársins luttakarar í sera væl umtóktu sjónvarpssendingini, sum Timm Vladimir er vertur á. 

"Og eg eri allarfyrsti føroyingur nakrantíð, ið er við í sendingini," leggur Anna Røskva afturat. 

 

Eitt lyfti til mammuna

Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard, ið er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men er í holt við at útbúgva seg til ljósmóður, skrivar eisini, at tað eru fleiri orsøkir til, at hon hevur meldað seg til Den store bagedyst. 

"Eg droymi um at umboða Føroyar, men eg hevði eisini eitt lyfti til mammu mína við mær inn í (baki)teltið," skrivar Anna Røskva, sum fyri nøkrum árum síðani misti mammu sína, ið doyði av krabbameini. 

Upptøkurnar eru gjørdar í summar, og Anna Røskva skrivar eisini í sínari støðudagføring, at hon gleðir seg til, at fólk sleppa at síggja úrslitið. 

"Nakað av tí allarbesta, ið eg taki við mær, eru tey fólk, ið eg møtti á leiðini. Eg kundi ikki ynskt mær eitt betri lið - fólk, sum mann ikki kann annað enn blíva góður við."


Mynd: Carsten Mol / DR.dk
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065