Leivur og Jóan Pauli halda seg ungar við at venja

Leivur og Jóan Pauli halda seg ungar við at venja
Í Summarmorgni í Útvarpinum í morgun vitjaðu vit við mikrofonini á venjingarmiðstøðini Yndi í Havn. Leivur Hansen og Jóan Pauli Joensen, veteranar, greiddu frá sínari venjing
Leivur Hansen og Jóan Pauli Joensen venja tríggjar ferðir um vikuna í Yndi, og Laila Djurhuus Jacobsen er í móttøkuni og leggur fólki lag á venjingina
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
19.08.2026 - 22:44
1827676

Vit tosa við 75 ára gamla Leiv Hansen, tíðindamann, og 81 ára gamla Jóan Paula Joensen, professara, sum báðir venja fast mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun

Báðir hava eina fasta venjingarætlan og teir víkja ikki frá henni. Eisini verður tosað við Lailu Djurhuus Jacobsen, sum stendur í móttøkuni í Yndi og vegleiðir fólk sum venja.

Hvør morgun hjá Leivi og Jóan Paula endar saman við nógvum øðrum í kaffikrókinum í Yndi til kaffi og hugnaprát.

-Hetta er prikkurin yvir i`ið, sigur Leivur Hansen, og Jóan Pauli er samdur.

 

Her kanst tú hoyra innslagið frá venjingini í Yndi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040