- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki mark fyri hvat ber til í Messuni

Jórunn Gudmundsen er dagligur leiðari í Messuni í Sørvági, og hon er fegin um gongdina hesa fyrstu tíðina.
-Tað eru óavmarkaðir møguleikar við húsinum, tí tað er bæði eitt mentanarhús og eitt sjóvinnusavn, sigur Jórunn Gudmundsen, leiðari í Messuni.
Hon sigur, at ætlanin var ikki at hava húsið sum eina kafé, men hon sá beinanvegin, at neyðugt var við einari kafé, og tí vórðu møguleikar gjørdir fyri tí. Og tað hevur eitt nú drigið nógvar útlendingar, sum fara til Mykinesar og við bátunum, sum sigla til Drangarnar og Tindhólm, inn á gólvið.
- Tað er umráðandi at vit skapa fíggjarligt grundarlag fyri húsinum, og tað hevur kaféin í summar hjálpt okkum við, sigur Jórunn.
Í heyst er ætlanin at gera meira við tann partin, sum er sjóvinnuysavnið, og sum var upprunaliga ætlanin. Leiðarin í húsinum ætlar at skipa fyri ymiskum upplýsandi tiltøkum, og onkrar størri konsertir eru eisini avtalaðar. Eitt nú fer Marius Ziska at hava konsert um stutta tíð.
- Ein kombinatión millum mentanarhús og sjóvinnusavn haldi eg er góð og hóskandi fyri Sørvág, sigur Jórunn Gudmundsen.
Hoyr her tað sum Jórunn Gudmundsen segði í Summarmorgni:

























