Frákoyrdur verjumálaráðharri leggur Zelenskyj undir trýst

Frákoyrdur verjumálaráðharri leggur Zelenskyj undir trýst
Mykhajlo Fedorov hevur loyst posabandið og sigur, at onkur at spurt Zelenskyj um korrupsjón í stjórnini
Zelenskyj, forseti í Ukraina, verður nú lagdur undir korrupsjón.
Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.08.2026 - 07:59

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, er komin undir trýst sum forseti, eftir at Mykhajlo Fedorov varð koyrdur frá sum verjumálaráðharri.

Mykhajlo Fedorov var sera væl umtóktur sum verjumálaráðharri, og hevur nógv vihaldsfólk. Og hann hevur loyst posabandið, eftir at verða sekkjaður, og er komin við hvøssum atfinningum móti forsetan, Zelenskyj.

Í samrøðu við bretska kringvarpið, BBC, sigur Mykhajlo Federov millum annað, at onkur átti at spurt Zelenskyj um korrupsjón í stjórnini.

 


Mykhajlo Fedorov. (Mynd: Alina Smutko/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hann legði tó dent á, at hann ongar ábendingar yvirhøvur hevði um, at forsetin sjálvur skuldi eiga lut í nøkrum korruptum virksemi.

Frákoyrdi verjumálaráðharrin hevur eisini fleiri ferðir heitt á forsetan um at skriva út val, og hetta endurtók hann í samrøðuni við BBC.

Hann heldur, at Zelenskyj, forseti, eigur at skriva út val, sjálvt um tað er kríggj, tí, sum hann málber seg, "fólkaræðið eigur ikki at verða hildið gísli av Putin".

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308