Ribera lærdi føroyingar um verjuspæl

Ribera lærdi føroyingar um verjuspæl
Spanski hondbóltsvenjarin Jordi Ribera, sum verður mettur at vera sannur verjuserfrøðingur, var í Føroyum og hevði skeið fyri føroysku hondbóltsvenjarunum um vikuskiftið
Navnframi Jordi Ribera undirvísti í verjuspæli fyri føroyskum venjarum
Mynd: Andrei Antal/HSF  
 
24.08.2026 - 09:55

Verjuspæl var á breddanum, tá navnframi spanski hondbóltsvenjarin Jordi Ribera var í Føroyum og undirvísti á venjararáðstevnu hjá Hondbóltssambandi Føroya.

Spaniólin, sum millum annað hevur verið spanskur og brasilskur landsliðsvenjari í nógv ár, er serliga kendur fyri sínar dygdir í verjuspælinum, og hetta hevur eisini verið eyðkenni hjá ágangandi sponsku landsliðunum.

Skeiðið var fyri venjarar hjá føroysku feløgunum, og eini 30 vóru á skeiðnum við Tjarnir, har undirvíst var bæði á skermi og í høllini.

Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon frameftir verður hildin eina ferð um árið, skrivar Hondbóltssambandið.

 


Jordi Ribera er serliga kendur sum verjuserfrøðingur, og undirvísingin um vikuskiftið var eisini á gólvinum við Tjarnir. (Mynd: Andrei Antal/HSF)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858