Nýtt uppsjóvarreiðarí er nú veruleiki

Nýtt uppsjóvarreiðarí er nú veruleiki
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at feløgini Gráastein, Ango og helvtin av reiðarínum Katrin Jóhanna, leggja saman
26 ára gamla Birita er einasta skip í nýggja uppsjóvarreiðarínum.
 
26.08.2026 - 11:55

Talan er um trý reiðarí, sum fyri nøkrum árum síðani komu inn í uppsjóvarflotan, tí politiska skipanin vildi hava fleiri aktørar.

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom inn í flotan við politiskt útlutaðum menningarkvotum afturi í 2018. Og uppsjóvarskipini Birita og Ango komu í flotan, tá politiska skipanin í 2021 vildi útluta kvotur eftir tí, sum tá nevndist "ítøkiligt skipakeyp."

Í 2024 landaðu hesi trý skipini fyri tilsamans 270 milliónir krónur. Í fjør landaðu tey fyri 253 milliónir.

 

Leggja saman

Nú leggja tey saman í eitt felag. 

Tað vil siga, at reiðaríið hjá Katrin Jóhannu er farið í tvíningar, og helvtin av tí felagnum fer inn í nýggja felagið - uttan skip, men við kvotum. Hin helvtin av felagnum heldur fram - við uppsjóvarskipinum Katrin Jóhannu og helvtini av kvotunum hjá skipinum.

Kappingareftirlitið hevur um dagarnar góðkent, at Ango, Gráastein og helvtin av felagnum Kinnfelli, sum nú eitur smápartafelagið 7. mai 2026, leggja saman í eitt felag.

Frammanundan hevur Vørn góðkent samanleggingina, við støði í ásetingum um miðsavnan av kvotum og ognarskap.

 

Standa fyri 8-10 prosentum av avreiðingarvirðinum 

Í niðurstøðuni hjá Kappingareftirlitinum stendur, at nýggja felagið kemur at standa fyri áleið átta til 10 prosentum av avreiðingarvirðinum av makreli, svartkjafti og norðhavssild.

Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er, at nýggja, samanlagda felagið ikki munandi forðar fyri virknari kapping. Tí er samanleggingin góðkend.

Í niðurstøðuni hjá Kappingareftirlitinum verður eisini upplýst, at ein av eigarunum í p/f Gráasteini, Birgir Lútzen, hevur selt sín part av felagnum til samstarvsfelaga sín, Kim Durhuus, og eigararnir av smápartafelagnum Ango. 

 

Birita einsamøll í felagnum

Skipið Ango varð herfyri selt til Marokko fyri 44 milliónir krónur. 

Tí er bara skipið Birita, sum er 26 ára gamalt, í nýggja felagnum. 

Men í sambandi við søluna av Ango varð sagt, at samanlagda reiðaríið hevur ætlanir um at keypa nýggjari skip.

Sí eisini: Fiskiloyvið hjá Katrini Jóhonnu er fyribils tikið aftur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086