Heilsustýrið: Umráðandi at verja seg fyri kynsjúkum

Heilsustýrið: Umráðandi at verja seg fyri kynsjúkum
Nýggjastu tølini frá Heilsustýrinum vísa, at tilburðir av kynsjúkum eru veksandi.
 
07.09.2026 - 18:00

Kynssjúkur eru ein áhaldandi avbjóðing í Føroyum. 

Tað vísa nýggj tøl fyri smittutilburðir við kynssjúkum.

Hít veitir góða verju fyri bæði klamydia og gonorre. Eingin koppseting er tøk fyri sjúkurnar, og smittan gevur tær ikki immunitet, tvs. at tú kanst verða smittað/-ur fleiri ferðir. Tí er umráðandi at verja seg.

Klamydia er vanligasta kynsjúkan

Klamydia er vanligasta kynssjúkan, men smittutølini fyri gonorre hava verið alsamt vaksandi seinastu árini.


Fyrra hálvár í ár eru skrásettir 69 tilburðir av klamydia og 8 tilburðir av gonorre. Hetta svarar til, at ávikavist 8,3 % og 1,0 % av kanningunum eru positivar. 

Hetta gevur ábendingar um, at tølini fyri 2026 kunnu gerast hægri enn í 2025, tá prosentparturin av positivum kanningum var ávikavist 6,8 % fyri klamydia og 0,6 % fyri gonorre. 
 
Flestu av skrásettu tilburðunum av klamydia eru í aldursbólkinum 20-24 ár. 

Útvið tvífalt so nógvar kvinnur sum menn eru kannaðar síðani 2024, men ein nógv størri prosentpartur av kanningunum hjá monnum eru positivar.

 
Hagtølini stava frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum. Tey eru greinað í Heilsustýrinum eftir sama leisti sum Statens Serum Institut brúkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598